13897. Ver Tú Mær Hjá

1 Ver tú mær hjá, nú sólin fór um sýn,
Og dagur aftnar, kæri Harri mín!
Tá onnur hjálp og uggan fellur frá,
Hjálp teirra hjálparleysu, ver mær hjá!

2 Skjótt endar henda stutta jarðarstund,
Tá fánar dýrdin øll við heimsins sund.
Alt ridlar leyst, sum eyga mítt kann sjá,
O, tú, sum broytist ei, ver tú mær hjá!

3 Ber ei sum drottin ræðslu í mítt sinn,
Men brosa blíðan, kín mær tár av kinn!
Lat meg hjá tær, við djúpu sálartrá,
Mær finna ugga, Guð mín, ver mær hjá!

4 Mær tørvar tína hjálp hvønn lívsins dag.
Bert náði tín kann doyva fjandans slag.
Hvør er sum tú? í ódn og sólskinsbrá,
Mín stavur og mín stuðul, ver mær hjá!

5 Við tær í fylgi aldri óttist eg.
Í sorg og sjúku ber tað trygdarveg.
Á gravarskugga, deyða, sum tú vá,
Eg vinni sigur, um tú ert mær hjá.

6 Tá eygað sloknar, krossin vís tú mær,
Lýs gjøgnum myrkrið mær í himnagarð!
Rým jarðarnátt—nú lýsing er at sjá!
Í lív’ og deyða, Guð mín, ver mær hjá!

Text Information
First Line: Ver tú mær hjá, nú sólin fór um sýn
Title: Ver Tú Mær Hjá
English Title: Abide with me, fast falls the evening light
Author: Henry F. Lyte
Translator: Edmund í Garŏi
Meter: 10.10.10.10
Language: Faroese
Copyright: Public Domain
Tune Information
Name: EVENTIDE
Composer: William Henry Monk (1861)
Meter: 10.10.10.10
Key: E♭ Major
Copyright: Public Domain



Media
Adobe Acrobat image: PDF
MIDI file: MIDI
Noteworthy Composer score: Noteworthy Composer Score
More media are available on the tune authority page.

Suggestions or corrections? Contact us